Store

Á handil

About

Á handlarnir í Føroyum

Tags : #SpecialtyGroceryStore, #ShoppingRetail, #Shopping&Retail

Location :

Description

Vælkomin til okkara facebook síðu

Við hesi facebook-síðu ynskja vit at koma tættari at tær sum verandi og komandi viðskiftafólki í Á. Her á síðuni, fáa tit nýggjastu tilboðini, nýggjheitir og aðra kunning, sum er felags fyri allar Á handlarnar.

Eisini ber til hjá tær, at spyrja um eitt hvørt sum viðvíkur Á og tilfarinum, ið verður lagt út her á síðuni. Vit svara vanligar gerandisdagar millum kl. 8-16.

Hendan facebook-síðan er ein felags 'Á pallur', og er opin fyri uppsløgum og deilingum av ymiskum tilfari, sum hevur við Á handilsketuna at gera.

Vit fara at heita á teg, um at brúka siðiligan málburð og um at virða aðrar brúkarar og teirra meiningar her á síðuni. Vit taka okkum rættin til at beina burtur uppsløg og annað tilfar, sum er í stríð við tær leiðreglur, ið eru lagdar fyri facebook-síðuna hjá Á.


Hvat er ‘Á’ ?

Vit eru ein samanrenning av nøkrum størri handlum, sum liggja spjaddir um alt Føroya land, og sum í mars 2012 vórðu til handilsketu, undir felags heitinum ‘Á’. Vit eru sjálvstøðugir handilseigarar, sum áðrenn vit komu undir felags handilsketuna Á, høvdu hvør sítt handilsnavn og eyðkenni, eitt nú INN, PE og Haraldsen, sum tú helst eisini kennir nakrar av handlunum í Á handilsketuni, fyri at eita enn. Teir nýggjastu Á handlarnir, eita bara Á og eitt eyðkennisnavn fyri staðið har teir liggja, t.d. Á Norðskáli og Á Vestmanna.

Vit takka fyri, at tú vitjar okkara facebook síðu.
Um tú vil vita meira um Á, vitja so okkara heimasíðu: http://www. ahandil.fo