Overview

Vindeygavask.fo
Vit vaska stórar og høgar glasfasadur við serligari útgerð.
Hjá okkum verður trygd og umhvørvi raðfest fremst.

Tags

  • Home Window Service
  • Cleaning Service

Description

Hjá Vindeygavask.fo vaska vit vindeygu við ultra reinum vatni. Vatnið í kranunum í Føroyum inniheldur 50-100 gramm av óreinsku fyri hvørjar túsund litrar. Hjá vindeygavask.fo reinsa vit vatnið við Reverse Osmosis-tøkni, so eingin óreinska er eftir, og tí verður vatnið ultra reint. Sostatt verður vatnið aggressivt og vaskar eins væl og sápuvatn, men uttan at brúka nakra sápu yvirhøvur. Vit hugsa soleiðis um umhvørvið, tí tað einasta ið vit sletta í vøkru føroysku náttúruni er, ja, reint vatn!

Av tí at eingin sápa situr eftir á glasinum eru vindeyguni rein í longri tíð.

Vit hugsa eisini um trygdina og nýta ikki stiga meir enn neyðugt, men brúka eina langa stong og bust í staðin.

Henda tøknin er serliga væl egnað til stór og høg vindeygu. Vit røkka heilt upp í 5.-6. hædd.

Location

Rate & Write Reviews