About

Endamálið við hesum serliga Føroyakortinum er at hjálpa tær at staðfesta, hvørjar oyggjar og bygdir í landinum, tú hevur vitjað.

Tags : #PersonalBlog

Location :
Í Støðlunum 17, 825 Froðba
Contacts :

Description

So hvørt tú vitjar eina oyggj ella bygd, kanst tú skava hetta økið á kortinum, og eisini er eitt yvirlit við øllum oyggja- og bygdanøvnunum, har tú kanst frámerkja, hvar tú hevur verið.
Á henda hátt verða vit meiri tilvitaði um, hvar í Føroyum vit hava verið, og hvar vit ætla okkum at fara.
Hetta kortið er væl egnað til skúlabrúks, til familjur, starvsfólkaútferðir, gongufeløg og einstaklingar.
Vónandi fer hetta kortið at økja um áhugan hjá okkum øllum at ferðast í egnum landi og vitja hvørja bygd og oyggj í landinum.