Overview

Tankafeltterapeut.

Tags

  • Health Beauty
  • Health/beauty

Description

Tankafeltterapi er ein lættur teknikkur, sum skjótt kann minka um ella fáa burtur øll sløg av ampa - kensluligum og kropsligum. Somuleiðis kann hesin terapiháttur nýtast til angist og fobitrupulleikar.
TFT hevur ongi hjáárin og kann tí roynast á alt óbehag, sum tú vilt hava viðgjørt.
TFT virkar við at stimbra orkuleiðir í kroppinum. Hetta verður gjørt við “banka” lætt við fingrunum á ávís støð í andlitinum og á kroppinum. Hetta verður gjørt samstundis sum tú hugsar um títt óbehag ella tína angist.
Úrslitið er einastandandi og trupulleikarnir svinna í nógvum førðum innan stutta tíð.

Eg havi hjálpt fólki, sum m.a hava verið bangin fyri at flúgva, sigla og at fara til próvtøku. Eisini havi eg viðgjørt fólk fyri angist, sorg, tunglyndi og ymiskar traumair frá fortíðini. Eingin trupulleiki er ov stórur ella lítil, at tú ikki kann gera nakað fyri, at hjálpa uppá tað. Bíða ikki, men kom í gongd og tú fært eitt amboð, har tú sjálv/ur lærir at viðgera teg.

Eg havi tagnarskyldu.

Tankafeltterapiin er í Tórshavn eftir avtalu.

Location

Rate & Write Reviews