School

Skúlin við Áir

About

Skúlin við Áir

Endamál
Endamálið við skúlanum er at menna tínar fakligu og persónligu førleikar, so tú hevur møguleika at taka eitt 9. floks prógv, sum tú kanst fara víðari í skúla ella í læru/arbeiði.

Skúlatilboð
Møguleiki er a

Opening Hours

  • Monday 08:00 - 16:00
  • Tuesday 08:00 - 16:00
  • Wednesday 08:00 - 16:00
  • Thursday 08:00 - 16:00
  • Friday 08:00 - 16:00
  • Saturday -
  • Sunday -

Description

Skúli við Áir

Endamál:
Endamálið við skúlanum er at menna tínar fakligu og persónligu førleikar, so tú hevur møguleika at taka eitt 9. floks prógv, sum tú kanst fara víðari í skúla ella í læru/arbeiði.

Skúlatilboð:
Møguleiki er at byrja í fyrireikingarflokki, sum er grundarlag fyri 9. flokki ella at byrja beinleiðis í 9. flokki.
Vit leggja dent á gott samstarv og gott arbeiðsumhvørvi, har vit virða hvør annan.
Skúlin kann testa fyri orðblindni og veita undirvísing til lesi-,skrivi- og rokniveik.

Fyrireikingarflokkur:
Í fyrireikingarflokkinum verður miðað eftir at geva grundleggjandi lesi-, skrivi- og rokniførleikar.
Arbeitt verður við persónligum avbjóðingum, so næmingarnir gerast førir fyri at læra og halda fram í 9. flokki (fráfaringarroynd fólkaskúlans).

9. flokkur:
Skúlin bjóðar vanligt 9. floks prógv og fylgir undirvísingarreglunum hjá MMR. Skúlaárið endar við fráfaringarroynd fólkaskúlans í mai/juni.


Hvør kann søkja?
Ert tú yvir 18 ár og hevur tørv á 9. floks prógvi - ella hevur tørv á at betra títt 9. floks prógv, ert tú vælkomin at søkja inn á skúlan.
Skúlin eru vælegnaður til fólk við rørslutarni – og til næmingar við lættari persónligum/ sinnisligum/ sosialum avbjóðingum.
Skúlin er ikki fyri næmingar við menningartarni.


Búdeild:
Á skúlanum er ein búdeild, har 8 næmingar kunnu búgva í skúladøgunum. Búdeildin er ikki opin í vikuskiftinum og í frídøgunum
Kostnaður er kr. 2000,- um mánaðin – fyri kost og logi.
Starvsfólk skúlans stuðla næmingunum, á búdeildini, við matgerð og reingerð.

Umsókn:
Um tú hevur hug at søkja inn á skúlan, kanst tú ringa til Dugna á tlf. 350070 ella til skúlaleiðaran á 292980.
Til ber at søkja alt árið. Upptøkuviðgerð til skúlan er vanliga fyrst í apríl, og næmingar verða tiknir inn á skúlan í august á hvørjum ári.