Sinnisbati is a faroese mental health association working towards creating understanding and tolerance for people with mental illness and their relatives.Sinnisbati er ein sjálvboðin áhugafelagsskapur hjá teimum, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra.Sinnisbati varð stovnað í 1982, og er ein politiskt og átrúðnarliga óheftur felagsskapur, ið virkar fyri javnbjóðis møguleikum og rættindum hjá menniskjum við sálarsjúku og avvarðandi teirra. Hetta við støði í ST sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Sinnisbati er limafelag í meginfelagnum MEGD, ið arbeiðir brekpolitiskt innan øll samfelagsviðurskifti, og virkar fyri áhugamálum teirra, ið bera brek og limafeløgum teirra. Sinnisbati ynskir at vera rødd teirra, ið aloftast ikki rópa harðast. Hjá teimum ið hvønn dag stríðast við eini sinnisligari sjúku, órógvi, lýðing ella avbjóðing. Teimum, ið bera sjúkuna í sinninum og teimum, ið eru hesum kær. Tískil er ein týðandi partur av arbeiðinum hjá Sinnisbata at kunna um sálarsjúku og skipa fyri átøkum, sum kunnu lætta um gerandisdagin hjá teimum við sálarsjúku og avvarðandi teirra.
Social Link - Linkedin: http://www.linkedin.com/company/sinnisbati
Keywords: hospital & health care

Tags : Mental Health Care

Location :
Sinnisbati's social media :

Rate & Write Reviews