About

Baðirúmshandilin

Tags : #ShoppingRetail, #Shopping&Retail

Location :
Smyrilsvegur 6, 0100 Tórshavn

Opening Hours

  • Monday 10:00 - 17:00
  • Tuesday 10:00 - 17:00
  • Wednesday 10:00 - 17:00
  • Thursday 10:00 - 17:00
  • Friday 10:00 - 17:00
  • Saturday 10:00 - 13:00
  • Sunday -

Description

Baðirúmið er eitt tað mest týðandi rúmið í einum framkomnum heimi, tað er tað fyrsta rúmi tú vitjar tá tú fert upp um morgunin, og tað seinasta rúmi tú vitjar áðrenn tú fert til songar.
Vit nýta í miðal 52 minuttir í baðiruminum hvønn dag. Tí hava vit hjá Mariu Poulsen latið upp ein serligan handil, har dentur bert verður lagdur á baðirúmið. Handilin hevur Føroya størstu framsýning av baðirúmsmøblum og øllum, sum har til hoyrir. Dentur verður lagdur á, at baðirúmið ikki longur bara er eitt funktionelt rúm, men heldur er eitt rúm, har dygd og lívsgleði koma til sjóndar.

Handilin er leiðandi innan baðirúm í Føroyum. Serligur dentur verður lagdur á donsku baðirúmsmøblarnar frá Dansani, ið Maria Poulsen umboðar í Føroyum.

Baðirúms ráðgevi okkara, hjálpir tykkum fegin við góðum ráðum og vegleiðing, tá ið baðirúmið skal gerast. Vit hava heili 31 baðirúmsmøblar í framsýning okkara, sum kann geva tykkum íblástur og hugskot til júst tykkara tørv.

Tá ið so baðirúmið skal gerast, hava vit eisini rørleggjarar, sum eru fúsir at hjálpa.

Endamálið við hesari síðu er, at kunna teg um hvat vit selja, sí eisini faldarar og prísir á netinum www.dansani.dk.