About

Flog.fo gevur tær møguleika at bíleggja ferðir kring allan heimin til ein góðan prís.

Opening Hours

  • Monday 08:00 - 16:00
  • Tuesday 08:00 - 16:00
  • Wednesday 08:00 - 16:00
  • Thursday 08:00 - 16:00
  • Friday 08:00 - 16:00
  • Saturday -
  • Sunday -

Description

Flog.fo er gjørt av føroyingum til føroyingar.

Flog.fo er partur av Alpha Travel samtakinum, og er ment við tí fyri eyga, at nøkta tørvin hjá ferðandi, í sjálvi ynskja at finna sína ferð. Hetta verið seg bæði privat og vinnu ferðandi.

Vit vita at tað kann verða trupult at finna bíligar flogferðir, serliga um ferðamálið ikki er Danmark ella annað norðurlendskt ferðamál. Orsøkin til at flestu internet ferðaskrivstovur hava so høgar prísir, er at tað er dýrt at útskrivað gjøgnumgangandi ferðaseðlar um ferðin byrjar ella endar í Føroyum.

Hendan trupulleikan hava vit loyst á flog.fo við at altíð býta tína ferð upp í tveir ferðaseðlar. Tá tú trýstir á "leita" á flog.fo, fara vit í gongd við at finna bíligar ferðaseðlar ímllum Føroyar og Danmark, samstundis sum vit leita eftir bíligum ferðaseðlum frá Danmark og víðari. Flog.fo kann gera hesa sundurbýting fyri teg, og tað merkir at tú sum brúkari einans skal gera eina leiting til alla ferðina. Tú fær so statt ein samlaðan prís og eitt gjald, umframt eina ferðaætlan, sjálvt um vit hava gjørt tveir ymiskar ferðaseðlar til tín. Hvat er fyrimunurin við at nýta tveir ferðaseðlar?

Fyrimunurin er fyrst og fremst prísurin. Í nógvum førum, ber til at spara fleiri túsund krónur.(samanborið við gjøgnumgangandi ferðaseðlar)

Hvat eru vansanir við at nýta tveir ferðaseðlar?

Vansin við at nýta tveir ferðaseðlar, er at seinkingar og/ella avlýsingar á einum av ferðaseðlunum, geva tær ikki rætt til endurgjald, ella ókeypis umbóking á hinum ferðaseðlinum. Umframt hetta, er eisini neyðugt í fleiri førum, at innskriva seg (checka inn) av nýggjum í Kastrup. Hetta taka vit tó hædd fyri á flog.fo, við altíð at tryggja okkum, at tú hevur minst tveir** tímar í Keypmannahavn til at skifta flogfarð. Afturfyri fær tú eina bíliga ferð, eisini um tað verður neyðugt at gjalda fyri umbóking, vegna seinking ella avlýsing.

**Í flestum førum fær tú enn meiri tíð.