Overview

Hugnalig kaffistova

Tags

  • Local Business

Description

Archie's Studio er í einum søguligum og listarligum bygningi. Vetrarhálvuna heldur listaskúlin hjá Archibald Black til her, men í summar eru hølini umskapaði til eina hugnaliga kaffistovu við endurnýtslu møblum frá Dugna á Kambsdali og nýggjari føroyskari list/handverki.

Tú fær eina kenslu av at vera í einum stórbýi - á eini síðugøtu í Paris ella Amsterdam tá tú trínur inn í Archie's Studio. Hugni og gott andrúmsloft er í hásæti, og eitt avslappað umhvørvi har tú kann vera tann tú er, njóta gott kaffi og onkrum søtum afturvið.

Location

Rate & Write Reviews