Tags

  • Retail Company
  • Grocery Store

Description

Vit keypa inn í stórum kølibingjum og kuldi og væta verða neyvt stýrd alt eftir hvussu vøran búnast. Vit fáa tríggjar ferðir um vikuna frískt grønmeti og fríska frukt út í handlarnar. Á henda hátt kunnu vit altíð tryggja kundum okkara, at fruktin og grønmetið er av hægstu góðsku.

Angus oksakjøtið, sum tú finnur í Á handlunum, er úr Ný Sælandi og er heimskent fyri sín smakk. Sláturvirkið Krás í Hósvík parterar kjøtið í leskiligar bitar, búffar og steikir. Kjøtið hevur ongantíð verið fryst og búnast undir strangum eftirliti á ferðini heim til Evropa. Tað hevur javna góðsku, er moyrt, kraftmikið og hevur góðan smakk.

Á hevur altíð vørur til tann bíligasta prísin í Føroyum. Hetta sæst eisini aftur í grønmeti og frukt, kjøti og í gerandisvørum. Vit vilja vera bíligast og tí er tað umráðandi fyri okkum, at hvør vøra er kappingarfør í prísi, soleiðis at kundin altíð kann rokna við okkum.

Eitt tað mest umráðandi við einum innkeypi er, at allar vørurnar eru tøkar í handlinum. Tí hava vit gjørt neyvar dagligar mannagongdir, sum tryggja, at tú ongantíð fer úr einum Á handli og manglar eina vøru á tínum lista.
um tað er okkurt tit ynskja so kunna tit skriva eini boð :D

Location

Rate & Write Reviews