Overview

Skipar tú fyri tiltaki og manglar tær tónleik? Vit bjóða tær tí ráðgeving, ið tær tørvar til at at leggja tónleikin til tiltakið til rættis á besta hátt.

Tags

  • Arts Entertainment
  • Event Planner
  • Arts & Entertainment

Description

Góðskan er altíð í hásæti

Skipar tú fyri einum tiltaki og kundi tú hugsað tær, at tónleikur setur dám á veitsluna, móttøkuna ella annað tiltak?

So er tað okkum, ið tú skalt práta við. Sig okkum tíni ynski og tankar, so skipa vit tónleikin til tín tørv.

Fyriskiparin er Ólavur Olsen, ið er útbúgvin tónleikari. Hann hevur starvast innan føroysku tónleikavinnuna í fleiri enn tíggju ár sum fyriskipari og samskipari av tiltøkum og sum tónleikari.

Virksemið er skipað soleiðis, at Ólavur samstarvar við teir flestu av teimum bestu tónleikarunum í landinum. Tískil ber altíð til at nøkta júst tín tørv og góðskan er altíð í hásæti.

Flest øll høvi hava tørv á ymiskum tónleiki. Tónleikur til møttøkuna, til døgurðan, eina minni konsert, dansitónleik og møguliga eina heilt serliga tónleikaliga uppliving.

Vit bjóða tær sjálvandi ta ráðgeving, ið tær tørvar, at leggja tónleikin til hátíðarhaldið til rættis.

Location

Rate & Write Reviews