Description:
Rosah er stovnað av Mariann P. Garðalíð í 2016. Mariann bleiv liðug sum ergoterapeutur í 1996 og hevur síðan arbeitt sum ergoterapeutur innan heilsuverkið, barnaøkið, eldraøkið og hjálpartólum.
"Havi leingi hugsað um at havt ein handil við ráðgeving og hjálpartólum. Eg havi mangan í mínum arbeiði sum ergoterapeutur ynskt, at tað eisini fanst ráðgeving og søla av hjálpartólum á tí privata marknaðinum, sum eg kundi víst fólki á. Tí helt eg, at eg skuldi fara í gongd við Rosah, ráðgeving og søla av hjálpartólum. Vóni at eg við mínum nógvu royndum sum ergoterapeutur kann nøkta henda tørv."
Handilin lat upp 26. april 2016. Handilin er í ljósum og góðum hølum í einum bygningi, sum eitur Heiðahúsið, Heiðavegur 25, Saltangará. Handilin liggur við høvuðsgøtuna í Saltangará/Runavík. Í hesum bygningi eru fleiri fyritøkur.
Rosah ynskir at veita flest øll hjálpartól, og ymiskt til sansastimbran og venjing av likaminum. Bæði til privatpersónar og stovnar.
Rosah veitir ergoterapeutiska ráðgeving og kunning um hjálpartól, og tá hugsað verður um nýbygging ella renovering. Hvat er neyðugt at hugsa um, tá øll skulu hava atgongd til ein bygning.
Eg veiti ráðgeving til byggiharrar og privatfólk um hvat ein eigur at hugsa um í sambandi við plasering av hjálpartólum, eitt nú um atkomu. Eisini viðvíkjandi hurðum og hvat pláss er neyðugt hjá einum koyristóli, tá hugsað verður um vendiradius.
Eisini eru grundleggjandi viðurskifti, sum ikki verður gáðað um í sambandi við atkomu og bygningar, sum verða gjørdir í dag - bæði alment og privat.
What Other Say:
Google User (26/06/2018 04:50)
Hetta kann keypast í @rosah
Google User (21/06/2018 17:10)
Á hesi myndini síggjast ymiskar vørur sum TOGU ger. Vørur frá TOGU fáast í ROSAH
Google User (09/06/2018 17:19)
Havi eisini hesar í handlinum. Sera lekkurt at sita í. Tá tú brúkar hesar úti, tekur toyi væl av lotinum.
Google User (09/06/2018 17:09)
Hetta er at fáa í ROSAH um tú ynskir at keypa, kanst tú fara inn á hetta linki: http://rosah.fo/?p=products&_sp=produ ct&l=fo&_ProductId=146
Google User (09/06/2018 17:00)
Hesir heingikoyggjustólar eru at fáa í ROSAH Prísurin er 679 kr Tú kanst fara inn á hetta linki og bíleggja hana: http://rosah.fo/?p=products&_sp=produ ct&l=fo&_ProductId=144
Google User (26/05/2018 05:19)
Vicair hevur haft 25’ ára føðingardag. Í hesum sambandi fekk eg høvi til at møta hesum motorsúklukoyraranum, sum í dag situr í koyristóli men enn koyrir á motorsúklu.
Google User (11/05/2018 19:53)
Skal til at bíleggja hesar kurvar til vaskiklæðir. Sig frá um tú ynskir at keypa á tlf 227788 ella rosah@rosah.fo
Google User (08/05/2018 19:57)
Vit hava eitt stórt úrval av heingikoyggjum/stólum. millum annað hendan heingikoyggju stólin:
Google User (08/05/2018 18:55)
Hesin sitibólturin frá Togu er niðursettur til einans 100,- fleiri ymiskar støddir.
Google User (20/04/2018 21:53)
Stólarnir sum vera brúktir kunnu fáast til keyps í ROSAH. Tel 227888
Google User (17/04/2018 17:14)
Hesar vørur í vera brúktar í innslagnum, eru eisini at fáa í ROSAH Vælkomin ein túr inn í handilin, ella ring á 227888
Google User
góð tænasta :)