Overview

KOLTUR
Ein antikvarisk serskipan er í gerð fyri oynna Koltur, sum nú skal vera "ein integreraður partur av øðrum søvnum í Føroyum.

Tags

  • City
  • Government Organization

Description

KOLTURSÆTLANIN
Umvælingararbeiðið í Koltri higartil, er farið fram eftir sovnevndu Koltursvisiónini, sum var eitt uppskot, ið Kunstakademiets Arkitektskole legði fram í 1999.

Grundarlagið fyri Koltursvisiónini frá 1999 var, at Koltur var ein landbúnaðareind í festiskipanini, sum verndararbeiðið mátti tillagast eftir.

Henda fyritreyt, sum Koltursvisiónin bygdi á, varð broytt við avgerð Løgmans í 2013 um, at Koltur ikki longur skuldi vera í festiskipanini, men at tað ístaðin skuldi skipast fyri eini antikvariskari serskipan.

Tað framhaldandi verndararbeiðið skal tí tillagast eftir teimum nýggju fyritreytunum.

Í tí antikvarisku serskipanini, sum skal fyriskipast, er tað ætlanin at nýta Koltursvisiónina frá 1999 sum fakligt útgangsstøði.

Arbeiðsætlanin, har nýggju fyritreytirnar eru grundarlag, verður nevnd Koltursætlanin.

Sett er út í kortið, at Koltursætlanin skal verða orðað í 2014.


Les meira: http://savn.fo/00455/00466/

Location

Rate & Write Reviews