Overview

Allar viðgerðir byrja við útgreinandi kanningum og samtalum. Eftir hetta verður viðgerðin løgd til rættis fyri tann einstaka.

Vit taka ímóti patientum bæði við læknaávísing, og uttan læknaávísing.

Tags

  • Health Beauty
  • Health/beauty

Description

Klaksvíkar Fysioterapi varð sett á stovn 1995. At byrja við helt viðgerðastovan til í hølunum undir Norðoya Røktarheimi. Í januar 1996 flutti klinikkin á Skáltaveg 25 í kjallaran á egnum sethúsum, har hon var fram til 2005 til flutt varð inn í læknamiðstøðina og vit vóru til 2010, tá latið varð upp í rúmligum hølum á Bøgøtu 34 í Klaksvík.

Klaksvíkar Fysioterapi er innrættað til endamálið við trimum viðgerðarrúmum og hóskandi móttøkuhølum/ venjihølum.

Klaksvíkar Fysioterapi er vælútgjørd við øllum kravdum tólum ein nútímans klinikk skal hava í dag. Umframt ultraljóð, el stimulatión, stuttbylgjutól, lasara, parafinbað, hitapakningar, hava vit eisin UL-skannara, sum kann skanna vøddar og liðir. Harafturat hevur viðgerðarstovan nýmótans Monark test súkklu til eitt nú hjartapatientar, ella til tey, sum skulu kannast fyri konditión. Vekt og fitimátara. Vit kunnu eisini taka fótaavtrykk og gera gongu- og rennitestir.
Vit útvega venjiprogramm, elastikk, kinesiotape og annars tað, sum klienturin hevur tørv á fyri at koma fyri seg aftur. Klinikkin er eisin vælútgjørd við venjiamboðum, ið kunnu vegleiða til heimavenjing.

Location

Rate & Write Reviews