Overview

Vit eru ein grunnur í samla pening inn til ymiskar bólkar í Føroyska samfelagnum fyrst og síðani Ísrael.
Eingin av okkum far nakra løn! alt fer óskert!

Tags

  • Coffee Shop

Description

Um okkum

“Rejoice Together” er eitt toymið, ið heldur ymisk tiltøk og gevur ALT yvirskotið til vælgerandi endamál, bæði her heima og úttan fyri landáttanar.

Vit eru kend undir heitinum "kafe Muh Muh" í var okkara fyrsta popup kafé.

Upprunin til toymið byrjaði longu í 2010, men bleiv til verðuleika tá VM í fótbólti 2014 bleiv hildið í Brasil – vit vóru nøkur, ið vildu hava eitt stað, har vit kundu hyggja eftur fótbólti, hugna okkum og bara vera saman. Einki slíkt stað var á oynni og tí hildu vit “hví ikki gera eitt?”. Vit gjørdu tað so einkult og bíligt, sum vit kundu - lántu eini privat hús í Skopun og hetta bleiv okkara kafé. Her vístu vit allar dystirnar, og tilbar eisini at keypa sær okkurt til tað søtu tonna so sum kaffi, te o.a.

Tá vit skuldu avgera, hvar peningurin skuldi fara, vóru vit á einum máli um, at allur peningurin, sum kom inn, skuldi fara til eitt krabbameins sjúkrahús fyri børn í Ísrael og til ein barnabý, eisini í Ísrael. Hetta tí, at ein av okkum hevði verið í Ísrael og vitja hesi støðini og hevði sæð hesi illa fyrikomnu børnini í eyguni. Vit blivu einig um, at ALT gjørdi mun fyri tey. 5 krónur ella 10.000 tað var líka mikið!

Okkara mál var at fáa 10.000 kr. inn fyri tiltakið, men tá avtornaði høvdu vit fingið yvir 32.000 kr. inn + allar lutirnar til tombola og lutaseðlar, musikkarir til eina mini-konsert, ljóðmenn, anlegg, 52” sjónvarp, ljóð, ALT var frá stuðlum og privat fólki og samkomum á oynnið. Um vit skuldu geva øllum hesum løn, ja so var ikki nógv eftir til børnini í ísrael.

Aftaná at “Kafé Muh Muh”, sum kafé’in varð nevnd, hava vit virkuliga fingið áhuga fyri at gera okkurt líknandi aftur.

Stigvíst vóna vit at “Rejoice Together” toymið kann blíva til ein grunn, har man kann leita sær hjálp, ráðgeving og søkja stuðul úr grunninum.

Hetta eru nøkur at teimum við hava hjálpt í gjørnum árini:

2014:
http://www.rachasheilev.org/ (brøn við kreft)
Eitt barnaheim í Ísrael í ikki hevur eina heimasíðu.
32000 kr

Á jólum 2014
http://krabbamein.fo/Default.aspx?ID=8&Action=1&NewsId=834&M=NewsV2&PID=3
Ein peningagáva til hjálpigrunnin hjá krabbameinsfelagnum.

2015
http://www.om.fo/index.php/teenstreet
hjálptu vit ungdómi úr Betania í Skopun at samla pening inn til at sleppa á Teenstreet í Tysklandi. her fingu vit áleið 70000 kr inn.

Á jólum 2015
arbeiða vit til frama fyri
http://autisma.fo/
http://www.hjartafelag.fo/

100.000kr

2016
Teenstreet ungdómar úr Betania í Skopun
20.000kr

Teenstreet ungdómur
5.000kr

2017
vit hava yvurtiki sponsorbørnini hjá Katrinu í Byrgi Nicolajsen sála hetta kostar 500kr um mánan.

vit arbeiða saman við øllum í vilja hjálpa men okkara heim er:
www.betania.fo
www.haabforalle.dk
Vit hava 2 ráðgevar i hjálpa okkum at taka tar røttu avgerðinar tá ástendur.

Location

0 Reviews

No reviews yet. Be the first to add a review.

Rate & Write Reviews