Overview

Samkomuni Hebron á Argjum - fá meira at vita um okkara møti og tiltøk

Tags

  • Religious Organization

Description

Okkara søga
Á Argjum búðu Margretha og Jacob Danielsen. Tey vóru trúgvandi fólk og byrjaðu at halda møtir í heimi sínum við minnisvarðan omanfyri støðna á Argjum. Seinni bygdu tey sær nýggj hús longri úti - á Argjaboða - og hildu fram at hava møtini har.

Í 1930-unum varð farið undir at byggja ein lítlan sal niðri við støðna, og í 1935 varð gamli Hebron tikin í nýtslu. Jacob Danielsen gav grundøkið, sum salurin varð bygdur á.

Sunnudagsskúli og møti vórðu hildin hvønn sunnudag. Seinni varð sunnukvøldsmøtið flutt til hóskvøld, og breyðbróting var annanhvønn sunnudag. Útimøti vóru javnan um summarið.

Øll hesi árini stuðlaðu trúgvandi úr Ebenezer í Havn trúfast møtunum.

Sum tíðin leið gjørdist gamli Hebron ótíðarhóskandi og varð tí avgjørt at byggja nýggjan sal á Traðagøtu. Hin 15. mai í 1990 varð fyrsti formurin fyltur, og flaggdaginm 1992 varð salurin tikin í nýtslu. Nærum alt arbeiðið varð gjørt sjálvboðið.

Onkur av okkum, sum í dag savnast í Hebron, minnast tey, sum høvdu sína regluligu gong her, góvu ein sang út, bóðu eina bøn, høvdu ein vitnisburð, ámintu ella kunngjørdu evangellið í salinum ella á útimøti.

"Minnist vegleiðarar tykkara, sum hava talað orð Guds til tykkara! Aktið eftir, hvussu teir endaðu lív síttr, og eftirfylgið so trúgv teirra."

Location

Rate & Write Reviews