Uncategorized

Føroya Pro Vita

Overview

Føroya Pro Vita er felagsskapur, sum virkar fyri at verja mannalív, tað fødda eins væl og tað ófødda, heilt frá giting til náturligan deyða.

Tags

  • Non Governmental Organization Ngo
  • Medical Health
  • Lifestyle Service
  • Non Governmental Organization (ngo)
  • Medical & Health

Description

Føroya Pro Vita er 'fyri lívi'.

* Einasti “pro life” felagsskapur í Føroyum síðan stovnan í 1992.
* Veitar nýggja og tíðarhóskandi kunning um lívið áðrenn føðing, fosturtøkur og sálarligu avleiðingarnar fyri tey eftirsitandi.
* Bjóðar vegleiðing og umsorgan til barnakonur í kreppu.
* Hevur verið við til at seta á stovn Rachels Vineyard í Føroyum, ein rørsla, sum veitur kunning um sálarløst eftir fosturtøku og heilsubót til tey sum stríðast við sálarligar avleiðingar av fosturtøkum.
* Arbeiðir við at veita kunning um mannarættindir.
* Brúkar milllum annað: samrøður, bókmentir, fundir, skeið, 3 heimasíður, powerpoint framløgur og framsýningar.


Stuðul kann gjaldast inn á konto nr. 9865-4154414.

Tú kanst eisini melda teg sum lim í Føroya Pro Vita
http://www.provita.fo/default.asp?page=609

Árliga limagjaldið er:
Kr. 200,- fyri einstaklingar
Kr. 100,- fyri lesandi og pensionistar
Kr. 50,- undir 18

Tín stuðul kann bjarga fleiri mannalívum, umframt at viðvirka til at bæði kvinnur og menn, ið eru særd av fosturtøku, kunnu finna vón og grøðing í lívinum.

FPV á Youtube: https://www.youtube.com/channel/UC7iaR3650s26lzIULN5cq6g

Location

Rate & Write Reviews