Overview

Edith Mørkøre is an artist from Faroe Islands.

This page represents her works, mainly akrylic paintings, drawings, aquarelles, prints and other creative work.

Tags

  • Artist
  • Art

Description

Eg máli málningar, har eg arbeiði við strukturi og formum í acryl.
Evnini, sum eg ofta máli út frá, eru viðurskifti, sum rørast í tí dagliga lívinum og/ella hendingum sum eg og ella fólk í mínum umhvørvi koma út fyri.
Eg føli, at eg sjálv persónliga fái nógv burturúr.
Náttúran, vøkstur og árstíðirnar eru eisini við til
at geva mær íblástur fyri tíðina.
Eg haldi, at sinnið og náttúran hava nógv til felags
og renna saman í eina størri eind og hettar sæst eisini aftur í mínari list.

Eg máli á atelierinum á Ovarugøtu 48.kj har fólk kunnu koma at hyggja eftir málningum eftir avtalu.
tlf: 00298 283319

Eg havi verið við á nógvum ymiskum
framsýningum í Føroyum og í Danmark.
Havi millum annað sýnt fram í:
-Smiðjuni í Lítluvík (Tórshavn)
-Ribarhús (Fuglafjørður)
-KøbenhavnsKulturcenter (KBH Danmark)
-Lions (Runavík)
-Lions (Tórshavn)
-Norðoyarstevnuframsýningini (Klaksvík)
-Hotel Hafnia (Tórshavn)
-Kelduni (Skálabotnur)
-Gallarí Jinx, (Tórshavn)
-SMS (Tórshavn)
-Eik bank (Tórshavn)
-Gamli handilin á Heiðunum (Runavík)
-Snarskivuni (Tórshavn)
-Gallari Oyggini (Tvøroyri)
-Savni á Myru (Hov)
-Lauritz (Kolding Danmark)
-Luritz (Odense Danmark)
-Løkshøll (Runavík)
-ØSTRØM (Tórshavn)

Location

Rate & Write Reviews