Description:
Demokratia er ein nevnd, ið løgtingið eftir tilmæli frá Útnorðurráðnum samtykti, at landsstýrismaðurin í javnstøðumálum skuldi seta fyri at økja um kvinnuleiklutin í politikki.
Í nevndini eru: Eitt umboð fyri hvønn flokk á Løgtingi, eitt umboð fyri Føroya Kommunufelag, eitt umboð fyri Kommunusamskipan Føroya, eitt umboð fyri Kvinnufelagasamskipan Føroya og eitt umboð fyri Javnstøðunevndina. Varalimir verða valdir fyri allar limir.
Limirnir eru í løtuni:
Ingun Eidesgaard, umboðar Javnaðarflokkin, forkvinna
Petur í Gong, umboðar Tjóðveldi, næstformaður
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, umboðar Fólkaflokkin
Maud Poulsen, umboðar Sambandsflokkin
Kristina Toftegaard Larsen, Umboðar Sjálsvstýrisflokkin
Egin Markná, umboðar Miðflokkin
Hans Anfinnsson Norðfoss. Umboðar Framsókn
Ingibjørg Berg, umboðar Kommunusamskipan Føroya
Karl A. Olsen, umboðar Føroya Kommunufelag
Guðrið Joensen, umboðar Javnstøðunevndina
Annika Sølvará, umboðar Kvinnufelagasamskipan Føroya