Overview

Á stovninum leggja vit stóran dent á; góðan trivna, tryggleika og menning, soleiðis at bæði børn og starvsfólk trívast og mennast í gerandisdegnum við góðum samstarvi við foreldur.

Tags

  • Preschool

Description

Dagstovnurin við Løgmannabreyt lat upp 01.04.2003 og liggur í einum stórum grønum fríøki í Hoyvík, tætt við skúlan á Løgmannabreyt.
Á stovninum eru tvær barnagarðsstovur við børnum 3 -7 ár og tvær vøggustovur við børnum 0 - 3 ár. Í løtuni eru 66 børn á stovninum.

Ymiskt er hvussu virksemi verður lagt til rættis á stovunum.
Tørvurin er ymiskur og virksemi er lagað eftir aldursbólkinum á stovuni.
Virksemið er litað av teimum dygdum, starvsfólkið á stovuni hevur.
Felags fyri okkum øll er, at stórur dentur verður lagdur á at hava gott foreldrasamskifti.

Fyri at vit skulu kunna geva børnunum ein góðan gerandisdag,er týdningarmikið við góðum samskifti og hetta leggja vit okkum eftir í tí dagliga prátinum.

Tit eru altíð vælkomin at steðga á og fáa eitt prát ella biðja um eina samrøðu og um trupulleikar stinga seg upp, leggja vit dent á, at teir verða loystir á røttum stað.

Location

Rate & Write Reviews